Vís mær tíni klæðir: Siri Sørensen

Eg var ein túr úti á Havnar gøtum og tók myndir av vøkru og kulu Siri Sørensen í góðveðrinum í vikuskiftinum. Hon var ein sonn fragd at taka myndir av, tí hon riggar so væl og hevur ein so villan, litfagran og øðrvísi stíl. Siri er ein av teimum fáu í Føroyum, sum sæst so væl aftur í gøtumyndini millum øll tey myrku klæðini. Eg elski at síggja fólk á gøtuni, har eg havi hug til at venda mær, tá ið eg gangi framvið og tað ber altso ikki til at hyggja ein annan veg, tá ið Siri kemur gangandi! Saman við kulu klæðunum og tí ótrúliga blíða lyndinum hevur hon bara eisini eitt sovorðið lívsjáttandi og hjartaligt flenn, sum spreiðir gleði! Tit, sum kenna hana, hoyra tað allarhelst fyri tykkum beint nú. 😉

Fyrsta settið

Í hesum fyrsta settinum er nógv gult, sum er ein av høvuðslitunum í mótamyndini í vár og summar (saman við eitt nú ljósareyðum). Tað var eisini stuttligt at síggja Siri í netsokkum og kovboybuksum. Eg havi skrivað meira um hetta rákið í síðstu viku. Les meira um tað við at trýsta her. Á kjakinum á facebook sást, at nógv av tykkum elskaðu hetta og summi hataðu tað. Ymiskt er kvinnunnar tykki. 🙂

Troyggjan er frá Vero Moda, netsokkarnir eru keyptir í Events og gulu skógvarnir eru keyptir í Skotlandi fyri nógvum árum síðan.

Undir myndatøkuni merktist javnan, at Siri er ein almennur persónur. Sum blaðstjóri á Kvinnu og virkin í øllum møguligum øðrum kennir hon nógv fólk. Hendan dagin steðgaðu nógv av teimum á og prátaðu ella tóku myndir. Har vóru bilar, sum floytaðu og róptu út gjøgnum vindeygað. Tað er nú rættiliga stuttligt at vera í Føroyum viðhvørt. 😀

Her flennir Siri til onkran, sum rópti eina stuttliga heilsan úr einum bili, sum koyrdi fram við Steinatúni:

Næsta settið

Siri brúkar nógvar litir, nógv ymiskt klædnatilfar, ymisk snið og ymisk sløg av prenti.  Har er eitt sindur av tí heila og saman sær tað so feitt út! Hon hevur fyri kortum litað hárið ein bláligan lit og eg dugi ikki at síggja, at nøkur onnur, sum eg kenni, kundi borið handan litin betur enn hon. Tað sær onkursvegna ikki ógvusligt út hjá henni, tí tað riggar so væl til klædnastílin.

Her er hon í einari kardigan frá danska merkinum Kendt, sum hon plagar at keypa klæðir frá, tá ið hon er í Danmark. Buksurnar eru keyptar í Gelluni fyri nøkrum árum síðan og tær eita Sandy eftir Sandy í Grease. 🙂 Kula gullbeltið er vintage Dior (!) og gullskógvarnir eru frá Patrizia Pepe.

 

Síðsta settið

Á, sum mær dámdi væl hendan serliga niðurdeilin, tí hann líkist ikki nøkrum, sum eg síggi til dagligt her í Føroyum. Litsamansetingarnar í settinum eru villar, men onkursvegna fær Siri tað til at hanga so væl saman. Niðurdeilurin er frá Chicwish og stríputta blusan er keypt í Shop-In í Runavík.

 

Handan leiktjøldini

At taka myndir úti í Føroyum er ofta ein avbjóðing. Hóast veðrið er av tí allarfagrasta, er tað ofta vindurin, sum kemur við avbjóðingunum. Eg valdi at brúka vindin til at skapa rørslu í niðurdeilinum í myndini omanfyri, men her sæst, at tað ikki altíð er so lætt. Vindurin á hesari myndini fekk fittu Siri og bláa hárið at líkjast Trolls. 😀

Eg havi eina kenslu av, at hetta ikki verður seinastu ferð, at myndir av Siri verða at síggja á beinta.fo 🙂

Fylgið beinta.fo á facebook við at trýsta her.

Fylg mær á instagram:

 

Tags: