Rákið í løtuni: netsokkar og kovboybuksur

Netsokkar eru komnir og farnir gjøgnum árini og tað tykist sum, at teir altíð finna vegin inn aftur í mótan onkursvegna. Nú hava teir aftur verið í mótamyndini í longri tíð og eru serliga nógv frammi í løtuni. Hesa ferð eru teir komnir aftur í einum meira avslappaðum hami, har tað serliga er samansetingin av netsokkum og kovboybuksum, sum er væl umtókt. (Mynd: @ninaxnadelfieber)

Summi elska netsokkar og summi hata teir. Tað er nokk onki nýtt í tí. 🙂 Eg var eitt sindur ivasom, tá ið eg fyrstu ferð sá hesar samansetingarnar einaferð í fjør, tá tað so smátt var ávegis. Nú haldi eg, at tað skapar nakrar so feitar detaljur í einum setti! Um tú vanliga gongur í kovboybuksum og ítróttarskóm, sum í sær sjálvum ikki er so spennandi, er tað upplagt at gera klædnasamansetingina kulari við at fara í einar kovboybuksur, netsokkar og ítróttarskógvar. Skal tað vera eitt sindur fínari, men kortini kul, so kanst tú fara í høghælaðar skógvar til. Tað kann gerast ógvusligt ella diskret og møguleikarnir eru nógvir.

Her eru nakrar myndir sum íblástur til hetta rákið. Er hetta nakað, sum tit brúka ella fara at brúka? 🙂

 

https://www.instagram.com/p/BSNr8dUDWej/

https://www.instagram.com/p/BSMYD3ajNOt/

https://www.instagram.com/p/BSJbSa3DNEk/

https://www.instagram.com/p/BRoNf-6AyJd/?taken-by=_emilieaa

https://www.instagram.com/p/BM_hQ55l2pn/?tagged=fishnetsandjeans

https://www.instagram.com/p/BQ8WDneAP8p/