Skeið í myndatøku við fartelefon á Hotel Føroyum 27. apríl

✨ Kundi tú hugsað tær at dugað betur at taka myndir við fartelefoninini? ✨

Kom so á skeið í myndatøku við fartelefon á Hotel Føroyum 27. apríl.😊

Øll kunnu luttaka!

Tekna teg við at trýsta her

Skeiðið er ætlað nýbyrjarum og óroyndum, men øll eru sjálvandi vælkomin við. Ongin grundvitan krevst frammanundan.

Dato: mikudagin 27. apríl kl. 9-16

Stað: Hotel Føroyar

Prísur: kr. 2.480 + MVG

Íroknað skeiðsgjaldið er morgunmatur og døgurði umframt kaffi/te og søtt bæði fyrrapart og seinnapart.

Á skeiðnum fer Beinta Haraldsen at undirvísa í:

✨ myndabygnaði
✨ ljósi
✨ vinklum
✨ portrettmyndum
✨ heildarmyndum
✨ detaljumyndum
✨ myndaviðgerð við fartelefon

Eisini fer hon at greiða frá góðu vanunum handan góðu myndina, har tað snýr seg um at gera sær ómak og ikki skunda sær.

Hetta verður ein ógvuliga praktiskur dagur, har luttakarar fáa høvi at royna seg við ymiskum sløgum av myndatøku og fáa eisini høvi at arbeiða við myndaviðgerð við fartelefon.

At hava við:

Eina fartelefon við góðum myndatóli. Um tú ikki eigur eina góða fartelefon, sum er í mesta lagi 2-3 ár, vilja vit viðmæla tær at læna eina til høvið.

 

Myndir frá øðrum skeiðum

Sí myndir frá øðrum myndaskeiðum her:

https://www.facebook.com/100063889863676/posts/173430098129985/?d=n

https://www.facebook.com/100063889863676/posts/180093880796940/?d=n

 

Um Beintu Haraldsen

Beinta Haraldsen hevur drúgvar royndir sum fotografur og hevur seinastu árini starvast mest innan filmsvinnu og aðrar kreativar vinnur. Beinta undirvísir eisini í at gera film við fartelefon og hevur arbeitt við stórum útlendskum filmsverkætlanum, so sum James Bond og altjóða lýsingafilmum fyri Samsung og Mastercard.

Beinta undirvísir harumframt í forritinum Trello, sum m.a. verður brúkt til verkætlanarleiðslu og samstarv.