Verkstova: lær at gera film við fartelefon á Panorama 24. juni

Kundi tú hugsað tær at dugað at filma og klippa við fartelefonini?

Kom so á verkstovu í at gera film við fartelefon. 🙂

Tú kanst tekna teg til skeiðið við at trýsta her

Stað: Panorama, Hotel Hafnia

​Dato: Hósdagin 24. juni

Prísur: kr. 1.980 + MVG

Í dag eru so mong, sum hava tørv á at gera filmsbrot í sambandi við m.a. sosialar miðlar og nú er tað lættari enn nakrantíð, tí øll kunnu filma og klippa bæði filmar og lýsingar beinleiðis á fartelefonini.

Verkstovan er bæði til tín, sum hevur roynt teg við filmi og ynskir at læra meira – og til tín, sum ongar royndir hevur. Verkstovan er fyri ung sum eldri. Ongin grundvitan krevst frammanundan, so øll kunnu luttaka. 🙂

Á verkstovuni fært tú grundleggjandi undirvísing í:

  • At filma
  • At taka ljóð upp
  • Filmsmáli
  • Myndabygnaði
  • Vinklum
  • Ljósi
  • At klippa eitt filmsbrot saman
  • At leggja tónleik og talu á
  • At leggja tekst á
  • At leggja filmin út

Tú lærir harumframt at nýta forritið Adobe Premiere Rush, ið er eitt ókeypis forrit til at klippa og eftirviðgera filmar við.

Hetta verður ein ógvuliga praktisk verkstova, har luttakarar fáa høvi at læra seg at gera filmsbrot frá byrjan til enda.

Íroknað skeiðsgjaldið er morgunmatur og døgurði umframt te/kaffi og okkurt søtt til góman fyrrapart og seinnapart. 🙂

Skeiðshaldarar eru Maria Winther Olsen og Beinta Haraldsen, sum báðar hava drúgvar royndir úr filmsvinnuni.

 

Um Mariu Winther Olsen

Maria Winther Olsen hevur drúgvar royndir sum filmsleikstjóri og hevur fingist við tað mesta av tí, sum ber til at gera innan fyri film í Føroyum: spælifilm, stuttfilm, dokumentarfilm og videoløg. Umframt hetta hevur hon eisini arbeitt fyri Kringvarp Føroya. Maria hevur harumframt undirvíst í filmsframleiðslu seinastu 10 árini og er ein av stovnarunum av filmsskúlanum Nóllywood, sum hon hevur staðið fyri í nógv ár.  ​

 

Um Beintu Haraldsen

Beinta Haraldsen hevur drúgvar royndir sum filmsframleiðari og samskipari. Hon hevur arbeitt við fleiri stórum spælifilmum, videoløgum, dokumentarfilmum og fleiri stórum útlendskum framleiðslum, m.a. fyri Mastercard og Samsung. Hon hevur harumframt drúgvar royndir sum fotografur og sum undirvísari innan myndatøku, film, verkætlanarleiðslu í Trello og amboðnum Business Model Canvas. Beinta hevur eisini verið høvuðsleiðari av filmsskúlanum Nóllywood síðan 2018.