Skeið í myndatøku við fartelefon á Panorama 30. juni

✨ Kundi tú hugsað tær at dugað betur at taka myndir við fartelefoninini? ✨

Kom so á skeið í myndatøku við fartelefon á Panorama á Hotel Hafnia 30. juni. 🙂 Øll kunnu luttaka!

Tekna teg við at trýsta her

Skeiðið er ætlað nýbyrjarum og óroyndum, men øll eru sjálvandi vælkomin við. Ongin grundvitan krevst frammanundan.

Dato: 30. juni kl. 09-16

Stað: Panorama, Hotel Hafnia

Prísur: kr. 1.980 + MVG

Íroknað skeiðsgjaldið er morgunmatur og døgurði umframt kaffi/te og søtt bæði fyrrapart og seinnapart.

Á skeiðnum fer Beinta Haraldsen at undirvísa í:

✨ myndabygnaði
✨ ljósi
✨ vinklum
✨ portrettmyndum
✨ heildarmyndum
✨ detaljumyndum
✨ myndaviðgerð við fartelefon

Eisini fer hon at greiða frá góðu vanunum handan góðu myndina, har tað snýr seg um at gera sær ómak og ikki skunda sær.

Hetta verður ein ógvuliga praktiskur dagur, har luttakarar fáa høvi at royna seg við ymiskum sløgum av myndatøku og fáa eisini høvi at arbeiða við myndaviðgerð við fartelefon.

At hava við:

Eina fartelefon við góðum myndatóli. Um tú ikki eigur eina góða fartelefon, sum er í mesta lagi 2-3 ár, vilja vit viðmæla tær at læna eina til høvið.

Um Beintu Haraldsen

Beinta Haraldsen hevur drúgvar royndir sum fotografur og hevur seinastu árini starvast mest innan filmsvinnu og aðrar kreativar vinnur. Beinta undirvísir harumframt á ymiskum verkstovum í m.a. Business Model Canvas, elevator pitch, at gera film við fartelefon, Canva til grafiskt arbeiði og Travefy til ferðaskráir innan ferðavinnu. Hon er harumframt serfrøðingur í forritinum Trello, sum verður brúkt til verkætlanarleiðslu og samstarv.