Vís mær títt heim: Lív Patursson

Instagramprofilurin hjá Lív Patursson, @rabarbaruliv, er ein av mínum yndisprofilum á instagram. Eg elski at síggja lekkru myndirnar av hennara húsum í rabarbarbukvarterinum í Havn.

Lív og eg báðar fingu eitt hugnaligt prát um innrætting, tá eg var ein túr framvið og hugdi eftir húsunum, sum eg var so spent at síggja í veruleikanum. Á, sum har er lekkurt inni! Á myndini omanfyri situr Lív á einari av teimum trimum altanum, sum hoyra til húsið. 🙂

Myndina av Lív havi eg tikið. Restina av myndunum hevur hon sjálv tikið. 🙂

Tað stuttliga við myndunum, sum hon tekur, er, at tær eru so lívligar. Hóast heimið á nógvar hættir sær perfekt út, sæst tað eisini, at hetta eru myndir úr einum veruligum heimi, har ein familja býr.

Lív, maðurin og børnini fluttu heim til Føroya úr Danmark í 2014 og keyptu síðan húsini tíðliga í 2015. Síðan hetta hevur Lív verið í gongd við at gera húsini hugnalig og hon leggur myndir út so hvørt.

Øll gólvini, veggirnir og loftini í húsinum eru málað hvít og tað gevur eitt heilt serligt úttrykk. Lív brúkar nógvar sterkar litir og serliga sterkt gult sæst aftur í nógvum myndum. Ljóst træ spælir eisini ein serligan leiklut. Tingini inni eru fyri tað mesta ein blandingur av heimagjørdum tingum og sniðgivnum tingum.

Vit fingu eitt áhugavert prát, har hon greiddi frá, at hetta við at innrætta og gera tað hugnaligt er ein partur av hennara lívsstíli. Tað er týdningarmikið fyri hana at kunna seta seg niður við einum kaffimunni og einum góðum blaði, meðan umhvørvið rundan um hana kennist hugnaligt og sær lekkurt út. Innrættingin endar aldrin, tí tað snýr seg um at hugna sær við tí. Hon greiðir frá, at hon flytir møblarnar og tingini í heilum og tað er eisini frágreiðingin uppá, at tað tykist sum, at rúmini aldrin síggja líka út á myndunum, sum hon leggur út á instagram. 🙂


 


 

Hava tit sæð eitt so lekkurt barnakamar? Tað er so hugnaligt við kula retrotapetinum og sterku litunum. 🙂

 

Húsið er í trimum hæddum og ovast er ein hugnalig stova, hems, kontór og ein lekkur altan.

 

 

 

 

Fylg @rabarbuliv á instagram:

 

 

 

 

Tags: