Vís mær tíni klæðir: Ann Leivsgarð Henriksen

Ann Leivsgarð Henriksen er eftir mínum tykki ein tann besta frisørin, vit føroyingar eiga. Ikki bert er hon ótrúliga dugnalig til sjálvt handverkið, men hon er eisini ein kunstnari. Hon hevur karisma, lívligar meiningar og veit so væl, hvat hon tosar um, tá ið tað kemur til hár, smyrsl og styling. Tað ger eisini, at hon er fantastisk at sparra við um alt møguligt kreativt. Hon brennir so nógv fyri tí, sum hon ger, so hon fer heilt vist at koma langt. Eg eri spent uppá at síggja, hvar hon er endað um eini 5-10 ár. 🙂

Ann arbeiðir sum frisør í Keypmannahavn, har hon í nøkur ár hevur leigað seg inn á salongir hjá øðrum, men í summar fer hon at lata sína egnu salong upp! Gleðiboð til tykkum, sum elska at gera hárið hjá Ann (hey, umleið allar føroyskar kvinnur í Keypmannahavn? 😉 ). Salongin verður á Sankt Peder Stræde, sum er í hugnaligasta partinum í hjartanum á Keypmannahavn. Saman við henni verður Simona Ellingsgaard, sum ger negl og eygnavippur.

Ann hevur altíð brúkt nógv svørt klæðir, men er farin at brúka nógvar litir. Hon er eitt nú farin at elska ljósareytt og tað brúkar hon nógv. Hon er nógv klænkað seinastu árini og hon sigur hetta vera høvuðsorsøkina til, at hon er farin at brúka fleiri litir. Henni dámar væl vill klæðir, men hon hevur kortini ein rættiliga reinan stíl. Hon brúkar mest einlitt pløgg og brúkar nærum ongar smúkkur. Ljósareyða hárið er eitt so stórt tilhoyr í sær sjálvum og tað lyftir eisini øll hennara sett.

 

Eg elski hetta ljósareyða settið. Sjálvt um tað á pappírinum kanska ljóðar vilt við einum heilum ljósareyðum setti OG ljósareyðum hári, sær tað so vakurt og harmoniskt út á Ann. Um tit ynskja at síggja meira íblástur til, hvussu tit kunnu brúka ljósareytt, kunnu tit lesa meira um tað her. Ljósareyði niðurdeilurin er keyptur í Amsterdam, jakkin er frá H&M, sólbrillurnar eru frá Tom Ford og neglirnar hevur Simona Ellingsgaard gjørt.

Meðan vit tóku myndir, kom dóttir Ann, Alba, ein túr framvið. Eg legði merki til, at klæðini hjá teimum báðum riggaðu so væl saman, so eg mátti líka taka eina mynd av møðgunum. 🙂

 

 

Tá ið tað kemur til smyrsl, dámar Ann væl at seta fokus á varrar og eygnabrýr. Tað sæst aftur í hesari myndini við einari villari lilla varrastift. Svarti bodystokkurin er keyptur í Zara í Amsterdam.

 

Vit tóku myndir ein av hasum døgunum, har tað var brennandi sólskin eina løtu og oysti niður lítla løtu seinni. Og so aftur sól. Eg skal heilsa og siga, at tað er ofta eina avbjóðing at taka allar myndirnar til hendan bloggin úti. 🙂 Her nýtur vakra Ann sólina eina lítla løtu.

 

Á, sum eg elskaði hetta settið! Niðurdeilurin er so vakur og fangandi! Hann er keyptur frá ASOS, toppurin er frá H&M og skógvarnir eru frá Timberland.

 

Ann var ein túr heima í Føroyum í brúdleyp á páskum. Her er hon í gongd við at gera hár og smyrsl á Maluni Falkenberg Justinussen, sum varð gift í vikuskiftinum.

Ann og eg hava gjørt ymiskar kreativar verkætlanir saman, síðan eg keypti mítt fyrsta ordiliga myndatól og hon var í læru sum frisør. Her eru nakrar myndir, sum vit báðar hava gjørt saman. 🙂

 

Vit gjørdu okkara fyrstu mótamyndir saman til stuttleikar í 2007, har eg tók myndirnar, Ann gjørdi hár og smyrsl, vakra Malan Falkenberg Justinussen var modell og dugnaligi Jóannes Lamhauge tók sær av tí listarliga leistinum og myndaviðgerðini. Her er ein av myndunum frá mínari fyrstu ordiligu myndatøku, har eg var so heppin at sleppa at arbeiða við so dugnaligum fólki. 🙂

 

Tvey ár seinni gjørdu somu fólkini hesar myndirnar:

 

Ynskja tit at fylgja við í, hvat Ann fer at gera framyvir, mugu tit fylgja henni á instagram:

 

 

 

Fylg mær á instagram:

 

 

 

Tags: