Mótin á gøtuni á Paris Fashion Week

Mótavikan í París, sum er eitt av størstu mótatiltøkunum í heiminum, var í síðstu viku. Tá ið heimsins mótaelita hittist í fleiri dagar á rað, borgar tað fyri spennandi klæðum á gøtuni. Flestu myndirnar av mótanum á gøtuni verða tiknar uttan fyri støðini, har tær ymisku mótaframsýningarnar verða hildnar. Nógv stór klædnamerkir sýndu heystkollektiónirnar fyri 2017 fram í París. Hesi vóru m.a. Chanel, Hermès, Saint Laurent, Lanvin, Kenzo, Isabel Marant, Stella McCartney, Louis Vuitton og Alexander McQueen.

Myndin ovast: @mmid3

Tað er gott at hyggja eftir myndum av mótanum á gøtuni fyri at fáa íblástur. Ongin sigur, at tú skalt herma eftir einum heilum setti, men tað er gott at líka hyggja eftir, hvussu onnur seta klæðir saman. Hvørjar litir seta tey saman? Hvat klædnatilfar? Hvat slag av tilhoyri? Hvørjir skógvir verða brúktir? Harumframt er tað eisini bara stuttligt at hyggja eftir fólkum, sum spæla so nógv við sín klædnastíl. Á sama hátt, sum nógv elska at fara á málningaframsýningar, elski eg at hyggja eftir klæðunum hjá øðrum – serliga, um tey eru so áhugaverd sum hesi niðanfyri. 🙂

 

 

https://www.instagram.com/p/BRF_wJ9ArKV/?taken-by=styledumonde

 

 

https://www.instagram.com/p/BRLRIdSFHix/

 

https://www.instagram.com/p/BRLKulSjjb9/?taken-by=styledotcom

https://www.instagram.com/p/BRUrItagNTC/?taken-by=mmid3

https://www.instagram.com/p/BRN825dAQim/?taken-by=mmid3

https://www.instagram.com/p/BRJ3pV4gaNd/?taken-by=mmid3

https://www.instagram.com/p/BRE8Bt8gIa7/?taken-by=mmid3

 

https://www.instagram.com/p/BRaXD7qAhXZ/?taken-by=mmid3