Kvinnudagurin í Norðurlandahúsinum

Í sambandi við kvinnudagin var eitt stórt tiltak í Norðurlandahúsinum. Á tiltakinum var sýningin Collateral Damage, har eysturríkska-norska duoin ROHN/WÆRSTED vavdi avbjóðandi træðrir millum tjóðir og vakurleika, kríggj og stuttleika, plastikk-skurðfrøði og samleika. Sýningin lá á markinum millum dans, sjónleik, visuella list og kynsgransking. Tað var ein heilt ótrúliga áhugaverd, sterk og fangandi sýning!

Á hesum næstu myndunum viðgera tær m.a. kvinnuidealir og plastikk-skurðfrøði:

 

 

Eg var sjálvandi spent at síggja hesa sýningina, men eg fór eisini fyri at vita, um eg fann nakrar stílfullar kvinnur at taka myndir av. Kvinnur pynta seg fyri hvørjari aðrari, ikki so? 🙂 

 

Kirstin í Garði

Hesin hárliturin fangaði meg beinanvegin, tá ið eg kom inn í Norðurlandahúsið. Eg havi sjáldan sæð so vakurt og kul hár! 🙂 Vakra Kirstin greiddi frá, at hon og svigarinnan Trina Gaard litaðu hárið á sjálvum kvinnudegnum við onkrari hárliting, sum tær høvdu keypt í Matas. Meira av hesum! 🙂

 

 

Siri Sørensen, blaðstjóri á Kvinnu

Eg blívi so glað, tá ið eg hitti Siri, tí hon er altíð í onkrum serligum og frískligum klæðum. Hon er egin og tað er so feitt! Hon brúkar nógv mynstur, litir, stuttligar samansetingar, feitt tilhoyr og øðrvísi skógvar:

 

Mia Haldursdóttir Smith

Mær dámdi so væl brúna frakkan hjá Miu. Mær dámdi eisini, at settið var undirspælt og kul. 🙂 Reyða varrastiftin og reyða taskan geva settinum ein kant. Brúni frakkin er keyptur úr Reyða krossi, taskan er frá føroyska merkinum Fosaa og altíð klassisku stivlarnir eru frá Dr Martens.

 

 

 

 

 

Fylg mær á instagram: