Vís mær tíni klæðir: Sára Sondum

Sára Sondum hevur altíð havt stóran áhuga fyri móta. Sum 14 ára gomul byrjaði hon at arbeiða hjá Solveig Kunoy í Kjallaranum og tá hon var 15 ár, fór at hon at arbeiða hjá Guðrun&Guðrun. Har arbeiðir hon enn við síðuna av læraralestrinum.

Sára keypir flestu klæðini á netinum á asos og ebay. Annars keypir hon klæðir uttanlands í high street-handlum, so sum Zara, Cos, Topshop, Urban Outfitters og Monki. Hon elskar eisini vintagehandlar, tí har finnur hon okkurt serstakt, sum hevur søgu og er øðrvísi. Og so dámar henni eisini ótrúliga væl at róta í skápum hjá systrini, mammuni og ommunum eftir gomlum dýrgripum.

Eg kenni upprunaliga Sáru, tí eg havi tikið myndir av henni, tá hon hevur verið modell fyri Soul Made. Síðan havi eg sæð hana verið modell í ymiskum øðrum samanhangum, so eg havi faktiskt sjáldan sæð hana í egnum klæðum. Av tí sama er tað kortsíðan, at eg fann útav, at hon hevur ein heilt, heilt fantastiskan klædnastíl!

Tann dagin, vit tóku myndir, bleiv eg púra paff, tá ið eg kom inn í kamarið við turkisu gólvunum og klædnastativinum við alskyns litum og mynstrum. Litirnir í hennara garderobu vóru heitir og kaldir, jørðlitir og panglitir, vár, summar, vetur og heyst. Har var blómuprent, djórapent og alskyns klædnatilfar annars. Tað er so stuttligt at sígga eina so kula garderobu í einum so lekkrum kamari.

Ímeðan Sára royndi at finna røttu oyralokkarnar til eitt sett, nýtti eg høvið at taka eina mynd av henni og kamarinum:

Tað er torført at seta Sárusa klædnastíl í onkra boks. Hon eigur eitt sindur av øllum og tað var lættari at spyrja hana, hvat henni ikki dámdi. Svarið var stutt og greitt:

Eg hevði nokk aldrin farið í einar Crocs-skógvar

Ætlanin var, at vit skuldu taka myndir av eini tveimum settum, men vit hugnaðu okkum so nógv við at tvætla við klæðir og myndir, at tað endaði við fimm settum:

 

 

 

Tags: