Oscars: kjólarnir á reyðu langmottuni

Ein av mínum yndismótaløtum hvørt ár er løtan, tá ið tey kendu ganga á reyðu langmottini, áðrenn Oscarvirðislønirnar verða handaðar. Hóast eg eri ordiliga spent hvørt ár, verði eg ofta eitt sindur skuffað, tí kjólarnir eru í so “safe”. Eg haldi tó, at teir vóru óvanliga vakrir í ár. Tað vóru nøkur týðilig trend, sum sóust aftur gjøgnum kvøldið og tey vóru m.a. hvítir kjólar og gullkjólar. Her eru nakrir av kjólunum, sum fangaðu meg:

 

Hailee Steinfeld í Ralph & Russo Couture  

Hesin kjólin var heilt vist ein av mínum yndiskjólum í nátt. Ein heilt fantastiskur og dramatiskur kjóli við so vøkrum detaljum. Sminkan er perfekt til kjólan og hárið er júst, sum tað skal vera til hálsin á kjólanum.

 

Emma Stone í Givenchy Couture

Á, sum eg elski Emmu Stone. Hon vann ein Oscar fyri besta kvinnuliga høvuðsleiklut. Hesin kjólin var perfektur til hennara postalínsdæmi og reyða hárlit. Hollywoodbylgjurnar í hárinum og koparsminkan riggaðu eisini so væl til.

 

https://www.instagram.com/p/BRA4cPDgTwh/?taken-by=givenchyofficial

https://www.instagram.com/p/BRAc-ChglDj/?taken-by=givenchyofficial

https://www.instagram.com/p/BRBH0pQgJS9/?taken-by=givenchyofficial

 

 

Isabelle Huppert í Armani Privé

Hesin eleganti kjólin er so ótrúliga vakur og tíðarleysur. Svarta neglalakkið og villi oyralokkurin frá Repossi góvu eisini hesum lookinum ein kant.

 

https://www.instagram.com/p/BQ_jAsKl3lN/?taken-by=checkthetag

 

 

Janelle Monae í Elie Saab Couture

Elie Saab er uttan iva mín yndissniðgevi og tí verði eg altíð glað, tá eg síggi onkran av hansara kjólum á reyða langmottuni. Hesin kjólin er so ótrúliga vakur og serligur. Tað er altíð stuttligt at síggja ein vakran kjóla, sum ikki líkist øllum hinum. Hesin kjólin verður ein av teimum, sum man fer at minnast í fleiri ár.

 

 

Jessica Biel í Kaufmanfranco

Jessica Biel er heilt vist ein av heimsins vakrastu kvinnum. Samansetinginum av hesum gullkjólanum frá Kaufmanfranco við hálsprýðinum frá Tiffany & Co. er ótrúlig. Hon sær út sum ein modernað gudinna.

 

 

Darby Stanchfield í Georges Chakra Couture

Eg elski Darby Stanchfield úr sjónvarpsrøðini Scandal. Hesin kjólin sást ikki í sjónvarpinum, men eg má altso taka hann við, tí Darby Stanchfield sá út sum ein millión.

 

 

 

Ruth Negga í Valentino Couture

Hesin eleganti kjólin var eisini ein av mínum yndiskjólum í gjárkvøldið. Tað er serliga liturin, sum er heilt fantastiskur!

 

 

Nicole Kidman í Armani Privé

 

Viola Davis í Armani Privé

Viola Davis sær altíð fantastisk út í sterkum litum og hesin kjólin var onki undantak. Hon riggar SO væl!

 

 

Brie Larson í Oscar de la Renta

Vanliga fært tú meg ikki heilt upp at flákra um ein svartan kjóla á reyðu langmottuni, men Brie Larson sá so vøkur út í hesum eleganta kjólanum frá Oscar de la Renta.

 

 

 

 

Kirsten Dunst í Christian Dior Couture

Kirsten Dunst er vanliga ikki í svørtum kjólum á reyðu langmottuni, so tí bleiv hesin kjólin nakað heilt serligt. Kjólin sær út sum ein heilsan til New Look-silhouettina hjá Christian Dior, sum kom fram í 1940’unum.

 

https://www.instagram.com/p/BQ_oCyvAjyT/?tagged=kirstendunst

 

 

Meryl Streep í Elie Saab Couture

Endiliga, endiliga, endiliga droppaði Meryl Streep hasar ljótu brillurnar, sum síggja út sum einar gamlar lesibrillur fyri 20 kr. Og so valdi hon at fara í bæði buksur og kjóla frá Elie Saab. Eg eri væl nøgd! 🙂 (Hon fór sjálvandi í brillurnar aftur, tá hon var komin inn í salin, men eg royni at hugsa um tað positiva… 😉 )

 

 

 

 

Octavia Spencer í Marchesa

 

Taraji P. Henson í Alberta Ferretti

 

Olivia Culpo í Marchesa

 

 

 


Chrissy Teigen í Zuhair Murad Couture

Tags: