Vís mær tíni klæðir: Eva Black

Ein gráan seinnapart í februar var eg ein túr úti við Evu Black og tók myndir av tveimum settum úr hennara skápi. Eg havi altíð dyrkað Evusa stíl, tí hann er so gjøgnumførdur. Tá ið tú hittir Evu, er stórur kjansur fyri, at hon er í svørtum skinny jeans, ráum skóm, einari band t-shirt og leðurjakka. Hon brúkar nógv svart, men sum hon sjálv sigur:

Svart er ikki bara svart

Hon setir ymiskt klædnatilfar saman og hevur eisini nógvar detaljur við sínum tilhoyri. Hon brúkar nógvar ringar, einfaldar oyralokkar og belti við ráum detaljum. Hennara mongu tattoveringar eru eisini eitt tilhoyr í sær sjálvum, sum rigga væl til ráa stílin. Hon elskar 70’ini og tey eru eisini ein íblástur. Band t-shirtirnar í skápinum eru óteljandi í tali og júst hendan dagin var tað ein AC/DC t-shirt, sum átti tørn:

 

 

 

 

Fylg mær á instagram:

 

Tags: