Vís mær tíni klæðir: Tina Vilhelmsdóttir

Tey, sum kenna Tinu Vilhelmsdóttir, hava óivað lagt merki til litføgru og áhugaverdu klæðini, sum hon gongur í. Nógvir litir og ymisk mynstur verða blandað saman og sjáldan spælir svart nakran stóran leiklut í samansetingunum. Eg blívi so glað, tá eg hitti so litføgur og spennandi fólk! 🙂

Tina lesur í løtuni til klædnaatstøðing og selir eisini klæðir undir navninum Seymidullan Tina.

Vit vóru ein túr úti í Hoyvík og tóku myndir av tveimum settum úr klædnaskápinum hjá Tinu.

Tina hevur sniðgivið og seymað kardiganina á myndini.