Vís mær tíni klæðir: Julia í Kálvalíð

Julia í Kálvalíð er eitt navn, sum er kent úr føroyska filmsheiminum. Leikstjórin við áhugaverda klædnastílinum elskar at ganga í endurnýtsluhandlum og leita eftir gulli.

Eg hitti Juliu fyri fyrstu ferð til ein fund fyri føroyskum filmsfólkum fyri nøkrum vikum síðan. Eg hyggi altíð eftir klæðum hjá fólki, so eg legði beinanvegin merki til koboltbláa frakkan, sum hon var í. Eg spurdi hana, um eg kundi taka myndir av tveimum settum av klæðum hjá henni. Nakrar dagar seinni fóru vit so ein túr í Havnar gøtur at taka myndir av klæðunum.

 

 

Fyrsta settið er samansett av nøkrum av mínum yndislitum. Tað er so forfrískandi at síggja litføgur og áhugaverd klæðir á gøtuni ímillum øll jarðarferðarklæðini, sum vit føroyingar eru so óførir at ganga í.

Eg dyrkaði eisini seinna settið, tí eg elski eisini grønt og næstan alt, sum glitrar. Mær dámdi so væl júst hesa myndina av Juliu í hesum settinum, so eg mátti taka hana við. Nógvur vindur var hendan dagin og eg havi nú við egnum eygum sæð, at tað er ein avbjóðing at hava stutt hár í Føroyum. 🙂